Óli og teir fluttu niður

Alti Gregersen rýmir úr Randers, og tað verður betri pláss fyri Christian Høgna í Vejle álopinum, eftir at Ulrik Balling er fluttur til Århus

DANMARK 1. DEILD

Tað hevur leingi sæð svart út, og sunnudagin gjørdist tað til keðiligan veruleika. Felagið hjá liðformanninum á føroyska fótbóltslandsliðnum, Hvidovre, gjørdist ov stutt í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting. Teir taptu sunnudagin 1?0 í Fredericia, og harvið endaðu teir triði aftast og fluttu niður. Fredericia vann bronsumerkini. Herfølge og Frem, sum langt síðani hava tryggjað sær uppflyting, vunnu bæði í vikuskiftinum.
Óli Johannesen, sum áður hevur roynt at flyta niður við TB, hevur ikki enn tikið støðu til, hvar hann fer at spæla eftir summarfrítíðina. Men tað er lítil ivi um, at pláss í triði bestu donsku deildini neyvan er nóg góð dystarvenjing hjá Óla, sum framvegis tykist áhugaður í at verja landsliðsplássið og harvið at økja um mettalið í landsdystum.
Sunnudagin varð eisini greitt, at tað verður eitt av stórfeløgunum í Odense, sum saman við Hvidovre og HIK úr Keypmannahavn skal flyta niður úr 1. deild. Talan er um B1909. Teir taptu 3?1 í Haderslev og tóku tískil ikki av møguleikanum fyri bjarging, sum stóð teimum í boði, tá ið kappingarneytarnir í Odense, B1913, taptu 3?0 á heimavølli ímóti Randers Freja.
Randers Freja endaði á fjórða plássinum, og Vejle, sum fann eitt sindur av melodinum aftur nú fram ímóti kappingarenda, vann 3?1 á Eysturbrúgv í Keypmannahavn ímóti Skjold. Harvið endaði Vejle á fimta plássinum.

Fleiri skiftingar
Nú kappingarárið er av, er tað greitt, at talan verður um fleiri broytingar og skiftingar hjá føroysku spælarunum í næstbestu donsku deildini.
20 ára gamli Atli Gregersen, sum seinastu árini hevur stríðst fyri plássi í miðverjuni hjá Randers Freja, er loystur frá sáttmálanum. Tað hevur hann sjálvur ynskt, og Lars Olsen, venjarin, og felagið hava einki havt ímóti tí. Venjarin hevur sagt unga føroyska spælaranum, at tveir spælarar standa frammanfyri hann í bíðirøðini at sleppa framat í miðverjuni. Tí heldur Atli, sum hevur spælt seytjan ferðir á besta Randers liðnum, at tað er best fyri hann og fótbólts frarmtíðina hjá honum, at hann fer at royna seg onkra aðra staðni. Hvar tað verður er ikki greitt enn.
Hóast Christian Høgni Jacobsen sunnudagin var við NSÍ á Mølini á Eiði, so er hann framvegis sáttmálabundin í Vejle. Har hevur venjarin ikki havt boð eftir honum tær síðstu nógvu ferðirnar, men nú er kanska møguleiki fyri, at tað fer at lýsna eitt sindur.
Ulrik Balling, sum í fjør var eitt skifti í NSÍ, hevur verið sannur brandur í Vejle álopinum í vár. Tað hevur verið ein av orsøkunum til,at Christian Høgni ikki hevur spælt so nógv.
Ulrik Balling hevur ikki havt yrkissáttmála. Teir í Vejle siga seg hava arbeitt við hond og fót fyri at skaffa álopsspælaranum arbeiði, men tað hevur ikki eydnast, og nú flytir Ulrik Balling til Århus. Har skal hann spæla við FC Århus. Balling hevur áður spælt við Århus Fremad, sum er sama felag, ið nú eitur FC Århus.
Tá ið Henrik Brandenburg tók við sum Vejle venjari, setti hann Christian Høgna Jacobsen av høgra vongverjanum. Hann metti Christian Høgna at vera álopsspælara og ikki vongverja, men Christian Høgni fekk fáar møguleikar frá nýggja venjaranum. Nú hevur Vejle aftur skift venjara. Nýggjur venjari er Steen Thychosen, sum higartil hevur verið ítróttarstjóri. Hann var í síni tíð vandamikil álopsspælari í Vejle, sum eisini royndi seg uttanfyri landoddarnar. Nú fæst at síggja, um hann ætlar at hava Christian Høgna Jacobsen á liðnum.
Í Vejle hava teir ásannað, at teir neyvan einsamallir fara at megna at sleppa framat aftur í superliguni. Tí leita teir eftir einum ella fleiri feløgum at samstarva við. Men enn er einki ítøkiligt komið burturúr ætlanunum.