Hondbóltur
35 ára gamli Ólafur Stefánsson - ella ”Óli Stef”, sum íslendingar nevna hann - hevur vunnið nógv í hondbólti. Hann hevur spælt hondbólt á hægsta støði í Evropa, í bæði Týsklandi og Spania, sum eru tær bestu og pengasterkastu hondbóltsligurnar í Evropa.
Her eru øll heitini, sum Ólafur Stefánsson hevur vunnið við feløgum sínum:
1993: íslendskur meistari við Vali
1994: íslendskur meistari við Vali
1995: íslendskur meistari við Vali
2002: týskur meistari við SC Magdeburg
2004: spanskur meistari við Ciudad Real
2002: Champ. League vinnari við SC Magdeburg
2006: Champ. League vinnari við Ciudad Real
2004: Steypavinnari við Ciudad Real
2005: Steypavinnari við Ciudad Real
2006: Steypavinnari við Ciudad Real
2007: Steypavinnari við Ciudad Real
2008: OL-silvur við íslendska landsliðnum
Persónligu heitini hava verið hesi:
2002: àrsins ítróttarmaður í Íslandi
2003: ársins ítróttarmaður í Íslandi
2002: valdur á EM All-star liðið
2004: valdur á OL All-star liðið
2008: valdur á OL All-star liðið
2002: EM-toppskjútti við 58 málum
2002: toppskjútti í Champions League
2004: toppskjútti hjá Ciudad Real
2001: toppskjútti Íslands við HM
2003: toppskjútti Íslands við HM
2004: toppskjútti Íslands við EM
2004: toppskjútti Ìslands við OL
2005: toppskjútti Íslands við HM
Haraftrat er Òli Stef besti málskjúttin í søguni hjá SC Magdeburg. Óli Stef hevur áður verið nr. 4, 5, 7, 9. 11 og 15 við íslendska landsliðnum til OL, HM og EM-endaspøl.