Suðuroyarsiglingin
Tey, sum sigla við Smyrli, hava hesa seinastu tíðina ilskast inn á Strandferðsluna, tí at hon so oftani hevur broytt ferðaætlanina hósdagar.
Eftir ferðaætlanini, skal Smyril sigla av Havnini, suður á Tvøroyri klokkan 14 hósdag og norður aftur av Tvøroyri klokkan 19.
Hósdagar er ferðaætlanin hjá Smyrli løgd eftir fiskivinnuni í Suðuroynni. Tvs, at ferðaætlanin er løgd soleiðis, at tað skal bera til at arbeiða á flakavirkjunum í Suðuroy so leingi sum gjørligt hósdag og kortini fáa fiskin av landinum longu hóskvøld, sum er neyðugt fyri at fáa hann á marknaðin til tíðina.
Men hesar seinastu vikurnar er tað ferð eftir ferð komið fyri, at Smyril ístaðin hevur siglt suður á miðdegi og norður aftur longu klokkan 17.
Og hendan broytingin er eisini gjørd fyri at ganga fiskivinnuni á møti.
Í summar, ímeðan Norrøna hevur verið í summarsigling, hevur tað nevniliga verið Clare, sum hevur ført fiskin av landinum.
Men Clare siglur so seint, at tað hevur verið neyðugt at framskunda fráferðina úr Føroyum, fyri at fáa fiskin fram til tíðina og tí hevur tað eisini verið neyðugt at framskunda fráferðina av Tvøroyri hóskvøld tveir tímar, til kl. 17.
Tað skerst tó ikki burtur, a hendan broytingin er komin illa við hjá fiskavirkjunum í Suðuroy, tí nú hava tey verið noydd til at gevast at virka tveir tímar fyrr hósdagar.
Men tað skerst heldur ikki burtur, at hetta hevur elvt til ónøgd hjá ferðafólki, tí tey eru fleiri, sum hava verið ov sein til Smyril, tí tey ikki hava fingið við, at ferðaætlanin er broytt.
Liðugt nú
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni er harmur um, at tað hevur verið neyðugt at broyta ferðaætlanina so oftani hósddagar.
? Men tað hevur verið neyðugt, fyri at fáa fiskin av landinum til tíðina, sigur hann.
Hann vísir tó á, at nú er tað liðugt við broytingunum á hesum sinni.
?Nú er summarsiglingin hjá Smyril Line hildin uppat, so nú er tað aftur Norrøna, sum skal føra fiskin av landinum.
Tí verður tað heldur ikki longur neyðugt at framskunda fráferðina av Tvøroyri hósdagar.
Reidar Nónfjall sigur, at teir fara avgjørt at hava hetta í huganum til næsta ár so at teir fáa byrgt upp fyri, at tað ikki aftur skal vera neyðugt at broyta ferðaætlanina hvønn hósdag.
Hann sigur, at Strandferðslan fer nú at taka málið upp við Smyril Line fyri at vita, hvussu verður næsta ár.
Men kanska endar tað við, at Smyril heilt einfalt fer at broyta ferðaætlanina, so at allir túrarnir seinnapartin hósdagar verða framskundaðir tveir tímar, ella so.
Í øllum førum vil Strandferðslan sleppa undan at broyta ferðaætlanina í heilum.