DANMARK1. DEILD
Fyri trimum vikum síðani varð Vejle venjarin Frank Petersen uppsagdur. Sunnudagin var Henrik Brandenborg fyrstu ferð á Vejle beinkinum. Vejle var á Sælandi og spældi ímóti Ølstykke, og tað royndist sera væl. Vejle vann 3?0. Málini fingu teir í 16., 50. og 63. minutti.
Christian Høgni Jacobsen var ikki á liðnum og heldur ikki á beinkinum. Áðrenn hann síðsta summar kom til NSÍ, var Ulrik Balling í Vejle. Síðani tað gjørdist greitt, at hann ikki fór at koma aftur til NSÍ hevur ljóðað, at Balling aftur skuldi spæla við Vejle, men ikki fyrrenn sunnudagin var hann fyrstu ferð á liðnum. Hann hevur verið skaddur í vetur.
Sagt verður at Ulrik Balling var sera væl upplagdur. Hann skoraði ikki, men hann var við í uppspælinum til okkurt av málunum, og hann sendi eina ferð í rammuna rundanum málið.
Óli Johannesen og Hvidovre høvdu vitjan av HFK Sønderjylland. Gestirnir vunnu 2?1, og tað sær einki út hjá Hvidovre, sum nú er niðanfyri niðurflytingarstrikuna.
Alt bendir framvegis á, at tað verða Herfølge og Frem, sum fara at flyta upp í superliguna, sum harvið fer at verða uppaftur meiri høvuðsstaðarkend, enn hon frammanundan er tað.
Hesa ferð vann Herfølge 2?0 á heimavølli ímóti FC Aarhus, og Frem vann á pappírinum torføran útidyst ímóti Randers Freja. Eisini í tí uppgerðini var úrslitið 2?0.
Seinastu tíðina hevur verið nógv tosað um, at Køge og Herfølge skulu leggja saman til eitt felag. Kommunan í Køge er sinnað at byggja nýtt stadion, men samtyktin er treytað av, at tey bæði stóru feløgini í kommununi leggja saman til eitt felag. Higartil í ár hevur nógv bent á, at Køge fór at vera stóra felagið í samanleggingini. Nú er møguleiki fyri, at um talan verður um samanlegging í summar, so verður talan um tvey feløg í superliguni ella um Herfølge sum felag í bestu deildini og Køge sum felag í næstbestu deildini, eftir at teirra lið í superliguni møguliga verður flutt niður í 1. deild.