Eitt flogfar við herleiðaranum í Libya datt niður nærhendis turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, týskvøldið.
Libyski forsætisráðharrin, Abdul Hamid Dbeibah, váttar í boðum á sosiala miðlinum Facebook, at hann hevur fingið tíðindi um deyða herleiðarans Mohammed Ali Ahmed al-Haddad.
– Tað er við djúpari sorg og stórari sorg, at vit hava frætt um deyða libyska herleiðarans, skrivar Abdulhamid Dbeibah, forsætisráðharri, á Facebook-síðu síni.
Fýra onnur leiðandi embætisfólk og manningin, sum taldi trý, doyðu eisini. Hetta upplýsa ónevnd embætisfólk úr Turkalandi og Libya, sambært tíðindastovuni AFP.
Radiosambandið við privatflogfarið hjá heryvirmanninum slitnaði í loftrúminum kring Ankara stutt eftir, at flogfarið fór á flog.
Burhanettin Duran, samskiftisstjóri á turkisku forsetaskrivstovuni, skrivaði á X, at flogskiparin bað um neyðlending orsakað av tí, sum varð lýst sum ein el-feilur.
Tá hevði flogfarið verið í luftini í 16 minuttir.
Eftir 42 minuttir slitnaði radiosambandið við flogfarið, sum datt niður 74 kilometrar frá Ankara.
Turkiskar bjargingarmanningar komu týskvøldið til vrakið av flogfarinum, sum datt niður.
– Turkiska løgreglan hevur funnið vrakið av privata flogfarinum, sum fór á flog frá Esenboga flogvøllinum í Ankara á veg móti Tripoli, umleið tveir kilometrar sunnan fyri bygdina Kesikkavak í Haymana-landslutinum, skrivar turkiski innanríkisráðharrin, Ali Yerlikaya, á X.
Privatflogfarið við libyska herleiðaranum umborð fór avstað úr Ankara klokkan 17:10 okkara tíð og skuldi flúgva aftur til libyska høvuðsstaðin, Tripoli.
Libyski herleiðarin hevði verið á fundum í Ankara við turkiska verjumálaráðharran, Yasar Guler, ráðharra, og turkiska herleiðaran, Selcuk Bayraktaroglu.
Ritzau/Reuters
Myndir tiknar av libiska herovatanum undir vitjanini í Turkalandi í gjár:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##



















