Liðið hjá Allani vann seg í hálvfinalurnar

Valur vann stórsigur á Fram í tí seinnu fjórðingsfinaluni

Liðið hjá Allani Norðberg í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Valur vann seg í hálvfinalurnar í endaspælinum í stórum stíli.

 

Í seinnu fjórðingsfinaluni á útivølli vann Valur í dag stórsigur 36-24 á Fram. Í steðginum var Valur á odda 18-13. 

 

Valur vann fyrru fjórðingsfinaluna enn meira sannførandi. Á heimavølli vann Valur 41-23 (22-11) á Fram. Tá skoraði Allan seks mál.

 

Allan var smáskaddur í baklærinum í dag, og tí var hann ikki á vøllinum í tí seinnu fjórðingsfinaluni.

 

Sunnudagin 21. apríl bíðar ein risauppgáva hjá Allani og liðfeløgunum. Tá skulu teir í fyrru hálvfinaluni í European Cup taka móti Minaur Baia Mare úr Rumenia. Seinna hálvfinalan móti Minaur Baia Mare á útivølli verður leikt sunnudagin 28. apríl.