Í kvøld spældu føroyski landsliðsleikarin, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hálvfinalu í íslendsku steypakappingini í søguríku Laugardalshøllini í Reykjavík.
Mótstøðuliðið í hálvfinaluni var Stjarnan.
Tað eydnaðist Vali at vinna hálvfinaluna 32-26. Í steðginum var Valur á odda 17-11. Eitt skiftið var Valur á odda 30-21.
Málmansveteranurin hjá Vali, Björgvin Páll Gústavsson stórspældi, og hevði heili 20 bjargingar. Benedikt Gunnar Óskarsson var við 12 málum eisini sera eyðsýndur hjá Vali.
Stjarnan-Valur (Gongdin) : 2:2, 4:4, 6:9, 9:12, 11:13, 11:17, 13:20, 16:24, 17:27, 21:29, 24:31, 26:32.
Í steypafinaluni sum verður leikt komandi leygardag møtir Valur gamla liðnum hjá Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus, ÍBV.
ÍBV vann 33-27 (17-13) á Haukum í hálvfinaluni.
##med2##