Liðið hjá Hákuni er millum fýra tey fremstu í heiminum

Aftur í dag vann Füchse Berlin stórsigur í innleiðandi bólki B í IHF Super Globe

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin spældi í dag seinna dystin í innleiðandi bólki B í HM fyri felagslið, ið offisielt eitur IHF Super Globe.

 

Füchse Berlin, ið vann 48-34 (24-14) á San Fernando úr Argentina ígjár vann í dag 37-28 á Kuwait SC. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 18-16, so kuwaitiska liðið beit væl frá sær í fyrra hálvleiki.

 

Füchse Berlin vinnur bólkin og fer víðari til hálvfinalurnar, ið vera leiktar leygardagin. Millum hini liðini, ið hava vunnið seg í hálvfinalurnar eru Magdeburg og Kielce, og væntandi fer Barcelona at vera fjórða liðið.

 

Í dag var tíverri so nógv brúk fyri Hákuni sum í dystinum ígjár. Kappingarneytin, Hans Lindberg skoraði fimm mál. Matthias Gidsel skoraði ikki færri enn 13 mál fyri Füchse Berlin í dag.