Í kvøld møttust liðini hjá Áslu Johannesen og Jóhannu Fossdalsá Sørensen, Piteå og BK Häcken í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini.
627 áskoðarar sóu Häcken vinna stórsigur 5-0 á Piteå á LF Arena leikvøllinum í Piteå. Í steðginum var Häcken á odda 2-0.
Ásla Johannesen kundi fingið spenning í uppgerðina aftur tíðliga í seinna hálvleiki, tá hon var sett at skjóta brotsspark. Men royndi landsliðsmálverjin hjá Svøríki í málinum hjá Häcken, Jennifer Falk bjargaði skotinum. Seinni í hálvleikinum økti útiliðið tríggjar ferðir. Tað hjálpti heldur ikki Piteå, at Selina Henriksson fekk reyða kortið beint undan steðginum.
Ásla og Jóhanna spældu allan dystin.
Häcken er fremst í deildini við 27 stigum. Hammarby er tvey stig aftanfyri, men tær hjá Hammarby hava spælt ein dyst færri.
Piteå er nummar níggju við 14 stigum.
Damallsvenskan sum deildin eitur fer nú í summarfrí. Liðini spæla dystir aftur fyrst í august.