Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur vegna krossbandsskaða ikki spælt dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini síðani 27. september. Men hon kann fegnast um, at lið hennara, BK Häcken er svenskur meistari 2025.
Häcken vann ígjár 2-0 á Djurgården í Stokkhólmi, og við 61 stigum hjá Häcken ber ikki til hjá Hammarby við 57 stigum at fáa liðið úr Göteborg aftur.
Komandi sunnudag klokkan 13 fær Häcken á Bravida leikvøllinum vitjan av liðnum hjá landsliðsliðskiparanum, Áslu Johannesen, Piteå. Eftir tað fara liðini í vetrarfrí.
Piteå tapti ígjár á LF leikvøllinum 0-1 fyri triðaftasta liðnum, Rosengård, ið var eitt stórt vónbrot fyri heimaliðið. Ásla spældi allan dystin.
Undan tapinum ígjár hevði Piteå vunnið 10 av 12 stigum í fýra teimum undanfarnu dystunum.
Piteå er nummar níggju í deildini við 31 stigum, og tær kunnu í besta føri røkka áttanda plássinum.











