Liðið hjá Paula Høj kom á sigursslóðina aftur

Bergsøy er oddalið

Í undanfarna umfarinum taptu Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy á heimavølli 25-30 (11-14) fyri Bodø í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Leygardagin kom Bergsøy á sigursslóðina aftur, tá teir á útivølli vunnu 36-32 á Kragerøy. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17, men í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá Paula og liðfeløgunum.

 

Pauli skoraði fýra mál, legði upp til tvey mál, og hann vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Bergsøy er fremst í deildini við 22 stigum. Bodø hevur 21 stig, Viking TIF hevur 20 stig, og Melhus hevur 18 stig. Um Viking TIF ikki fær fult móti Melhus í morgin kunnu Pauli og liðfelagarnir halda jól og nýggjár á fyrsta plássinum.

 

18. januar hevur Bergsøy dyst á útivølli móti Grenland.