Grikkar eru nú lidnir at stika ein 10,5 kilometrar langan tein fram við markinum við Turkaland. Grikskir fjølmiðlar skriva, at stikið skal steðga flóttafólki, sum royna at sleppa inn um grikska markið fyri á tann hátt at sleppa inn í ES.
Fleiri av hinum londunum í Evropasamveldinum og ES-nevndin hava funnist at avgerðini hjá grikkum at stika fram við markinum, men myndugleikarnir í Athen siga stikið vera neyðugt.
Stikið hevur kostað grikska ríkiskassanum tríggjar milliónir evrur, skrivar AFP.