Liðugtvørur bjargaðu árinum hjá Great Greenland

- Vit hava gjørt nógv við at kunna um mongu ymisku vørurnar hjá okkum, og sølan á netinum er nógv vaksin, sigur stjórin í Great Greenland.

 

 

 

Sjálvt um Great Greenland í fjør keypti munandi færri kópaskinn enn áður, so eydnaðist kortini felagnum og framleiðaranum at fáa eitt avlop í rakstrinum í fjør á fýra miljónir krónur.

 

Great Greenland er ein nútímans garvingar-og framleiðslufyritøka, sum arbeiðir við skinnum og framleiðir klæði, mótaklæði og ymiskar vørur úr skinnum, serliga kópaskinnum.

 

Fyritøkan hevur sína framleiðslu í Qaqortoq í Suðurgrønlandi.

 

Tað eru serliga lidnu vørurnar hjá Great Greenland, sum eru orsøkin til góða úrslitið í fjør, og her hevði fyritøkan stóran vøkstur í søluni. 

 

Lidnu vørurnar vóru serliga skinn og vørur úr skinnum, eitt nú taskur, inniskógvar, vøttir og lyklaringar, veit heimasíðan hjá Sermitsiaq at siga.

 

Vónirnar í fjør vóru, at Great Greenland fór at keypa eini 30.000 skinn, men talið gjørdist einans 23.000.

 

- Tað var serliga veiðan eftir ringkópi, sum sveik í Eysturgrønlandi og í Upernavik-økinum, sigur stjórin í Great Greenland, Preben Møller, sum síðsta mikudag legði fram ársfrágreiðing fyri felagið.

 

Hann segði, at felagið í 2020 tjenti eina miljón meira upp á lidnar vørur enn væntað.

 

- Tað vóru serliga viðskiftafólk í Danmark og Grønlandi, sum bíløgdu vørurnar, men eisini viðsiftafólk í eitt nú USA, Kanada og fleiri øðrum evropeiskum londum.

 

Stjórin segði í sínari ársfrágreiðing, at Great Greenland hevur gjørt nógv við at kunna um mongu ymisku vørurnar, sum fyritøkan hevur, og segði, at sølan á netinum er nógv vaksin.