Mikudagin var fimtanda umfar, í dag er sekstanda umfar, mikudagin verður seytjanda umfar og um eina viku verður átjanda umfar og so summarfrí.
Soleiðis sær skráin út í næstbestu fótbóltsdeildini.
Í dag er ósigraða toppliðið EB/Streymur á veg til Klaksvíkar, har fótbóltsfepurin er ógvuliga høgur. Næstbesta liðið hjá KÍ hevur fleiri ferðir verið sera væl mannað, og tað hevur verið tætt við ímóti teimum bestu, men ofta hava marginalirnir ikki verið við.
Tá ið EB/Streymur 28. apríl hevði vitjan av KÍ, noyddust klaksvíkingar til hús við 5-0 tapi.
07 Vestur eigur í dag heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Mikukvøldið eydnaðist tað 07 Vestur at vinna tepran og sera týdningarmiklan 2-1 sigur í Gundadali ímóti Giza Hoyvík, eftir at tað fyri viku síðani endaði við 2-1 tapi á Dungasandi ímóti EB/Streymi. Víkingur vann mikukvøldið 7-0 á heimavølli ímóti B71. 27. apríl fór Víkingur úr Vágum við 3-0 tapi.
Tað verður grannauppgerð á Argjum í dag, tá ið Giza Hoyvík fer út um ánna. Felags fyri bæði liðini er, at tey taptu mikukvøldið. AB legði rygg til 4-0 tap við Margáir, og Giza Hoyvík tapti 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tá ið liðini hittust í Gundadali 27. apríl, endaði tað við 2-0 heimasigri.
Við tveimum teprum 1-0 sigrum seinastu vikuna – á útivølli ímóti AB og á heimavølli ímóti KÍ – er FC Suðuroy á veg til Runavíkar. Teir næstbestu hjá NSÍ eru saman við FC Suðuroy og Giza Hoyvík í tættari kapping um bronsuplássið. FC Suðuroy hevur 25 stig, meðan hini bæði liðini hava 24 stig. 27. apríl flongdi FC Suðuroy á heimavølli NSÍ, sum noyddist norður aftur við 7-0 tapi! Einki er at ivast í, at NSÍ verður betri mannað í dag, enn liðið var á Vágseiði fyri knappliga tveimum mánaðum síðani.
Stigatalvan sigur, at nú er eingin vandi á ferð hjá HB liðnum, sum seinastu árini fleiri ferðir er flutt upp og niður. B71 er næstniðast – tíggju stig aftanfyri HB – og harvið er talan um uppgerð, sum hevur stóran týdning fyri, um tað yvirhøvur verður nakar spenningur um niðurflytingina. Tá ið liðini hittust á Sandi 27. apríl, endaði tað 3-3, eftir at HB tvær ferðir hevði verið frammanfyri við tveimum málum.
KÍ-EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 14.00
NSÍ-FC Suðuroy: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
07 Vestur-Víkingur: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
HB-B71: Súni Fríði Barbá kl. 16.00
AB-Giza Hoyvík: Andreas Josephsen kl. 15.00
Støðan