Liggur sum ein skomm

- Byrgingin um Haraldssund er ongatíð gjørd liðug. Og hon liggur tí framvegis sum ein skomm, nú 25 ár seinni, sigur Óluva Klettskarð, sum er eykatinglimur hjá Tjóðveldi á tingi.

Haraldssund: - Upprunaliga var byrgingin gjørd sum ein fyribilsloysn, og skuldi takast burtur aftur, tí ein siglingarrenna skuldi gerast her, sigur Óluva Klettskarð, sum í fyrispurningi á tingi spurdi, hvørt ætlanin var at gera hetta arbeiðið liðugt.

Hon vísti á, at sambært samgonguskjalinum stendur at “Samgongan er samd um, at ein langtíðarløguætlan verður gjørd fyri 1. apríl 2012. Í hesi langtíðarætlan, sum fevnur um árini frá 2012 til 2024, verða raðfestar ætlanir, sum kunnu skapa vøkstur og trivnað um alt landið. Millum hesar verkætlanir eru: vegakervi, skúlabygging, tunnilsgerð, sjóvegis samband og onnur samferðsluviðurskifti.”

- Men hvussu ætlast arbeiðið um Haraldssund at verða partur av hesi langtíðarætlan?, vildi hon hava at vita.

Hetta málið hevur skund, tí trygdin er alt annað enn góð at koyra um Haraldssund:

Hvørju megin byrgingina standa vegabummar, men nógv ár eru síðan nakar bummur hevur verið í brúki, helst tí teir langt síðan eru farnir í rusti, hóast tað mangan ikki hevur verið koyrandi um sundið.

- Hetta er at meta sum følsk trygd hjá fólki, tí borgarar mugu rokna við, at bummar eru til at stongja byrgingina, tá ikki er koyrandi. Landsins myndugleikar hava ábyrgd av at fáa trygd borgaranna í hásæti og fáa hesi viðurskifti í rættlag, vísti hon á.




Trygdin skal vera í lagi

Á tingfundinum svaraði innlendismálaráðharrin, Kári P. Højgaard fyrispurninginum.

Hann vísti á, at byrgingin um Haraldssund er raðfest í samferðsluætlanini hjá Landsverki, og er mett at kosta um 30 milliónir krónur.

- Men eg vil tó gera greitt, at talan verður ikki um nakra siglingarrennu. Miðað verður eftir at gera byrgingina tryggari og betri, við breiðking, ljósum og gongubreyt, vísti landsstýrismaðurin á.

Gongst sum ætlað kann arbeiðið byrja í 2013, um játtan fast.