Líkini av tveimum gíslum funnin í Gazageiranum

Hetta váttar forsetaskrivstovan hjá Benjamin Netanyahu í kvøld

59 ára gamli, Yair Yaakov, varð dripin, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í 2023, og líkið varð tikið inn í Gaza

Ísraelsk herfólk hava funnið líkini av tveimum gíslum í Gazageiranum. 

 

Tað váttar forsetaskrivstovan hjá Benjamin Netanyahu í kvøld.

 

Sambært ísraelskum miðlum, eitt nú Times of Israel, er annar gíslin 59 ára gamli, Yair Yaakov.

 

Hann varð dripin, tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í 2023, og líkið varð tikið við inn í Gazageiran.

 

Sambært forsetaskrivstovuni er eitt lík aftrat funnið, men tað er ikki alment kent enn, hvør hetta er.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld, og tað eru ísraelskir miðlar, sum eru kelda til tíðindini.

 

 

 

59 ára gamli, Yair Yaakov, varð dripin, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í 2023, og líkið varð tikið inn í Gaza