Í morgin 24. februar verður Lina Jónsson 95 ár. Hon er ættað úr Froðba, men hevur búð meginpartin av síni tíð í Íslandi.
Men tilknýtið til Føroyar er framvegis so mikið stórt, at hon heldur føðingardagin í Føroyum.
Tað kann hon saktans gera, tí Lina hevur alla sín tíð havt so mikið av samband til Føroyar, at her hevur hon nógvar vinir, sum fegnir vilja fagna henni, nú hon er komin higar at hava føðingardag.
Tað eru ótaldir føroyingar, sum hava sitið væl inni hjá Linu og Baldvin í Reykjavík. Tey eru tiltikin blíð og góð við øll, sum kom á gátt.
Tey hava tikið sær sera væl av føroyingum, sum hava verið í Íslandi. Tað vóru serliga nógvir fiskimenn í 50-unum. Ein av hesum var Henry hjá Poulinu, systkinabarn Linu, og Palla Jarnskor úr Norðragøtu. Henry sigldi í 50-unum í Íslandi, og kom á gátt hjá Linu, tá tað lá fyri. Og Henry tekur framvegis til blíðskapin, sum hann møtti hjá teimum, har hann eisini føldi seg sum heima.
Lina plagdi eisini at fara oman á keiuna, tá skipini vóru inni, at vita, um hon kundi finna onkrar føroyingar, sum hon kundi bjóða heim.
Ættað úr Froðba og Gøtu
Pápi hennara var Jógvan Joensen úr Froðba, og mamman var Olevina f. Poulsen hjá Liða Dáva í Norðragøtu. Tey vóru 9 systkin: Leon, sum vaks upp í Norðragøtu, Hans, Lina, Martin, Jacob, Emil, Maria, Olaf og Elias. Í dag er bert Lina eftir. Systir hennara greiddi frá, at Lina dugdi so sera væl at fáast við ull, og hon spann nógv sum ung genta.
Sum onnur ung fór Lina út at arbeiða, tá farið var úr skúlanum. 17 ára gomul kom Lina til Havnar at tæna. Hon tænti hjá Guttorm Eysturoy, og seinni eisini hjá Hildu, dóttir Guttorm. Hon var eisini hjá Jens Simonsen, Bomm-Jens, ættaður úr Norðragøtu. Har hon tænti, gjørdist hon eisini vinur við húsfólkini í fleiri ættarlið.
Lina arbeiddi á hospitalinum í Havn í nøkur ár. 23 ára gomul fær hon sonin Herolv Andreassen, sum seinni gjørdist ein av okkara fremstu sangarum.
So til Íslands
Í 1946 fara Lina og Herolvur til Íslands, og fór hon at arbeiða á tuberklahospitalinum á Vifilstøðum í Garðabær. Har arbeiddi ein onnur kend føroysk kvinna, nevniliga Maria hjá Líggjasi á Fløttinum í Syðrugøtu. Tær arbeiddu saman í mong ár og gjørdust eisini vinkonur fyri lívið.
Lina ætlaði bert at vera í Íslandi nakrar fáar mánaðir, men tá hitti hon Baldvin Jónsson, og tey giftust 28. november 1947. Lina kom tískil at verða búgvandi í Íslandi, meðan Herolvur kom heim aftur til Føroyar at búgva í 1948. 20. desember 1947 fingu tey sonin Jón.
Baldvin hevur arbeitt í nógv ár á Hampiðjuni, sum er ein trolverkstaður í Reykjavík. Fyrsta starv Lina hevði eftir, at hon giftist, var á Reykjavíkar apoteki. Her var hon í 5 ár. Síðan fór hon at arbeiða á katólska sjúkrahúsinum Landakoti, og her var hon til hon gavst at arbeiða.
Í 1953 flutti tey í nýbygd hús í Breiðagerði 11 í Reykjavík, og her eru tey enn.
Lina hevur eisini fingið eitt sera lætt sinni í vøggugávu, og tað hevur givið henni nógvar vinir. Í Føroyingafelagnum í Reykjavík hevur hon sett sín dám á. Henni dámar væl at dansa, og væl dugur hon at kvøða. Hon hevur eisini lært Baldvin stev, so hann stendur ikki aftanfyri nakran føroying í føroyskum dansi. Hittinorðað er Lina sum fáur, so tað er mangan látur, har Lina er. Hetta er eitt ættarbregði!
Lina er heiðurslimur í Føroyingafelagnum, og hon hevur eisini verið í nevndini hjá felagnum í 5 ár.
Eisini hava tey verið fastir gestir, tá ið tiltøk hava verið á føroyska sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík, og nógvir føroyingar hava hitt tey har.
So tað kann sigast, at betri sendimann hava føroyingar neyvan havt í Íslandi.
Tók hond um ommubørnini
Lina fekk at kenna nógva sorg, báðir synirnir doyðu ungir. Jón doyði í 1992 og Herálv í 1999. Hetta neit sera meint, men Baldvin hevur verið henni ein so framúrskarandi maður og stuðul.
Hon kom tá saman við Baldvin á ein fyrimyndarligan hátt at taka hond um tey fimm sonarbørnini. Tað verður eisini tikið til, hvussu góð barnabørnini eru við tey bæði, ikki minst nú Lina og Baldvin eru farin at eldast. Tað eru eisini fá børn, sum hava so nógv at takka fyri, sum tey. Baldvin er 88 ár.
Annars er tað stuttligt at síggja ta sterku ættarkenslu, sum er í ættini hjá Linu, eisini í Føroyum. Her hevur verið nógv ferðast millum londini, og tey sum koma úr øðrum landinum, hava altíð verið eru sera væl móttikin í hinum. At Lina nú er einsamøll eftir av systkjunum ger ongan mun, nú hon kemur at halda føðingardag. Nú eru tað børnini hjá systkjunum, sum taka ímóti við opnum ørmum, og sum eisini skipa fyri føðingardegnum hjá teirra kæru fastur og mostir.
Tann sum skrivar hesar reglur vil eisini ynskja Linu hjartaliga tillukku við hennara kempualdur, sum nóg illa sæst á henni. Heilsan verður eisini send Baldvin og øllum teirra. Tey eiga 22 langabba og langommubørn. Tað koma fýra sonardøtur við maka og eitt langommubarn við til Føroya at halda dagin saman við Linu.
Dagurin verður hildin nú leygardagin í hølinum hjá p/f Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, har tað frá kl. 14 verður høvi til at heilsa uppá Linu og hennara.
--------------
Óli í Tjørnustovu