Áður varð kravt, at flotsperra altíð skuldi leggjast um móttakandi skipið, tá tungolja varð bunkrað frá goymslu á landi. Høvuðsbroytingin í nýggju kunngerðini er, at kommunur nú kunnu veita undantak frá hesi reglu.
Undantaksloyvi frá kravinum um flotsperru, skal tó í minsta lagi seta krøv til bæði veitara og móttakara um nøktandi eftirlit og vaktarhald á bryggjuni og umborð á skipinum, at veitarin skal tryggja, at flotsperra kann verða sett út í seinasta lagi 20 min. aftan á, at ein oljuleki er uppdagaður, og at veitarin hevur regluligar venjingar at seta flotsperrur út
Á heimasíðuni sigur Umhvørvisstovan, at talið av oljudálkingum frá yvirbunkring er minkað munandi seinnu árini, og metir stovnurin, at kunngerðin um bunkring og revsireglurnar fyri oljudálking eiga sín stóra lut í hesi gongd.