Danska blaðið B.T. hevur í dag samrøðu við Lindu Andrews, sum følir seg forlátna av Danmarks Radio. Danmarks Radio hevur eftir øllum at døma ilt við at avgerða, hvat teir vilja nýta Lindu Andrews til.
Um fáar vikur verður stóra finalan í X-Factor í Parken í Keypmannahavn. DR hevur eisini lovað, at tað verður størri og betri enn nakrantíð. Men Linda Andrews hevur longu fingið skrivlig boð um, at hon ikki kemur til at framføra fyri teimum tveimum milliónum áskoðarunum í beinleiðis sjónvarpi.
- Eg undrist. Tað er siður í øllum talentkappingum, at undanfarni vinnarin kemur fravið og letur heiðurin víðari. Tað gjørdi Martin eisini, tá eg vann, sigur Linda Andrews, sum hevur fingið at vita, at hon kann brúkast sum upphiting fyri áskoðararnar í Parkini fyri sløktum sjónvarpstólum, við blaðið B.T.
Linda Andrews sigur eisini, at hon er ikki bittur, men at hon er takksom fyri alt tað, hon náddi við X Factor.
Danmarks Radio sigur, teir kenna ikki til málið, og at teir ikki eru lidnir at leggja finaluna til rættis, men um Linda Andrews so gjarna vil vera við, so halda teir tað verða fantastiskt.