Linda Andrews letur nú aftur nýggjan tónleik úr hondum.
Lagið eitur Born Again In Your Eyes og er eitt av løgunum frá EP´ini Heaven On Earth, sum kemur út seinni í ár.
Trýst á pílin á myndini, fyri at síggja sjónbandalagið, sum 42 pictures hevur framleitt til sangin.
Lagið Born Again in Your Eyes er skrivað av Lindu Andrews, Mikael Normark og Claus Christensen. Linda Andrews syngur, og kórsangarar eru Linda Andrews, Sara Broberg og Claus Christensen.
Mikael Normark hevur framleitt sangin Mads Nilsson hevur ljóðblandað.
Myndina til húsan hevur Meldivan Almet tikið, meðan Hanna Andreasen hevur gjørt listhandverkið.