Lindberg og Christiansen til OL

Tað verður hálvi tvøramaðurin skal saman við Lars Christiansen manna vengurnar hjá Danmark til Olympisku leikirnar í heyst

Við at gerast evropameistarar tryggjaði danska hondbóltslandsliðið sær beinleiðis luttøku til Olympisku leikirnar, sum vera í Kina í heyst. Men hóast long tíð er til leikirnir byrja, og landsliðið enn ikki er úttikið, so hava nakrir leikarar fingið endalig boð um, at teir skulu við til Beijing.

– Vengurnir hava fingið greið boð. Teir vita, at einans Hans Lindberg og Lars Christiansen skulu við til OL, hevur Ulrik Wilbek, danskur landsliðsvenjari, sagt við danska blaðið Jyllands-Posten.

Orsøkin til, at Ulrik Wilbek longu nú boðar frá, hvørjir mans skulu manna vengurnar til Olympisku leikirnar er, at landsliðsvenjarin einans hevur loyvi til at úttaka 14 mans í mun til 16, tá evropameistarakappingin var í Noreg herfyri.

Teir, sum koma í næstu røð til vongplássini eru Lars Rasmussen, Anders Eggert, Lasse Svan Hansen og Mikkel Aagaard. Hesir mugu vera tøkir, um annaðhvørt Hans Lindberg ella Lars Christiansen verður skaddur, men tað eru tað ikki allir, sum eru sinnaðir til. Mikkel Aagaard hevur nevniliga longu boða frá, at Ulrik Wilbek ikki skal rokna við honum. Mikkel Aagaard sigur seg heldur vilja brúka summarfrítíðina saman við familjuni, og at koma fyri seg í eftir eitt strævið kappingarár.