Ein 50 ára gamal maður varð í gjár dómdur fyri »blufærdighedskrænkelse« í einum máli, har hann var ákærdur fyri at hava misnýtt tríggjar beiggjar, sum allir vóru undir 12 ár, tá misnýtslan fór fram.
Misnýtslan fór fram frá 1998 til 2006, men av tí at lutfalsliga milda lógargreinin um »blufærdighedskrænkelse« varð brúkt, vóru allar hendingarnar frammanundan 28. August 2002 fyrnaðar.
Maðurin varð dómdur átta mánaðar fongsul, og elsti beiggin fekk 5.000 krónur í endurgjaldi, meðan teir tveir yngru fingu 15.000 krónur hvør.
Arnbjørn Fagraklett, sum í seinastu viku segði sína søgu, um hvussu hann varð misnýttur í fleiri ár, uttan at nakar uppdagaði tað ella segði nakað, er skakaður av dóminum í gjár.
- Hetta vísir, at vit sum samfelag góðtaka, at børn verða misnýtt. Hevði hann verið bankaránari, hevði dómurin verið nógvar ferðir harðari. Men hesin maðurin hevur oyðilagt fleiri lív og fær bara ein mildan dóm, staðfestir Arnbjørn.
Hann heldur, at bæði politikarar og samfelagið sum heild eiga at nýta høvi, nú størri opinleiki er um kynsliga misnýtslu, at endurskoða revsingina, sum misnýtarar fáa.
Arnbjørn sigur, at hann bara hevur fingið jaligar afturmeldingar fyri at hava sagt sína søgu, men hann vil fegin leggja dent á, at hetta ikki snýr seg um at taka synd í honum. - Eg eri komin víðari og havi við góðari hjálp fingið eitt gott lív. Men tað er børn, sum liva í líknandi ræðuleikum í dag.
- Tað nyttar ikki, at vit bara snakka rundan um evnið. Misnýtslan skal stegðast og fáa avleiðingar. Men ein slíkur dómur sum tann í gjár gevur ikki misnýttum fólki mót at standa fram og ákæra, heldur Arnbjørn Fagraklett.
- Hesin dómur sigur eisini við misnýtarnar, at teir ikki hava so nógv at óttast. Lógarbrotini fáa ongar álvarsligar avleiðingar álíkavæl, sigur hann avgjørdur.