Hennara upphav sum klaksvíkingur tók sína byrjan í 1885, tá abbi okkara, Mouritz Winther, flutti heiman av Sandi og norður til fastrina Sigrid Mariu, sum var gift við Nickels Lutzen.
Í 1910 giftist Mouritz við Onnu Karolinu Theodoru (f. Gaard). Omma var úr Oyndarfirði, og saman fingu tey sjey børn. Mamma er tað yngsta av teimum.
Mouritz var tá 56 ára gamalur, og tí eru næstan hundrað ár ímillum Mourtiz abba og yngsta abbabarnið, Eyðun, sum er føddur í 1966. Tað er tí rættuliga hugvekjandi, at mamma er uppald av einum pápa, sum varð føddur einans 13 ár eftir at einahandilin varð avtikin í 1856.
Mamma er tað einasta av systkinunum, sum varð verandi í Klaksvík hjá foreldrunum.
Pápi okkara, Eli, kom beint eftir kríggið til Klaksvíkar at arbeiða hjá sýslumanninum. Her møttust tey bæði, og eftir at tey vórðu hjúnavígd 11. juni í 1945 í Vágs kirkju, búsettust tey í Víkunum, beint oman fyri barnaheimið hjá mammu, og bygdu heim okkara har.
Eftir 20 árum høvdu okkara kæru foreldur fingið øll okkum nýggju systkin undan. Sanniliga ein stórur flokkur nú á døgum. Men hóast tað, so vuksu vit upp í einum livandi og tryggum heimi, uttan nakrantíð at mangla nakað.
Meðan pápi okkara tey flestu árini arbeiddi sum skrivstovumaður, og í eini 10 ár í Løgtingi og Landsstýri, stóð mamma á odda í tí barnaríka heiminum.
Vit hava allar orsøkir til at ynskja tær, góða mamma, hjartaliga tillukku á stóra degnum. Takk fyri alt tað, sum tú hevur verið fyri okkum. Vónandi fáa vit nógv góð ár afturat saman. Tað skal vera okkara inniliga ynski, at tú framvegis varðveitir títt fríska, unga sinnið og tína friðsælu á lívsins kvøldarstund. Í okkara hjørtum ert tú, og fert tú altíð at liva, sum ein vinarlig áminning um, at tann kærleikin, sum tú og babba valdu, er ein livandi máttur og ein stinn hella hjá okkum at byggja á.
Børnini