Skúlin í Hósvík verður leygardagin og sunnudagin karmur um eina framsýning av umleið 80 listaverkum. Talan er um akvarellir, tekningar og oljumálningar hjá listafólkum úr Sundalagnum. Trý teirra eru úr Hósvík, eitt er úr Streymnesi og eitt er av Kjallnesi.
Adolf Johannesen úr Hósvík hevur tikið stig til stevnuframsýningina, sum er tann fyrsta av sínum slag í Hósvík.
- Tá stevnan hevur verið í Kollafirði og í Hvalvík hevur verið skipað fyri listaframsýningum og tað hevur eydnast væl, so vit vænta eisini nógv fólk til hesa framsýningina sigur Adolf Johannesen. Hann hevur sjálvur verk við á framsýningini, sum harumframt telur verk hjá Gunnvá Mortensen, Idu Hansen úr Hósvík, Jóhannu Jacobsen av Kjallnesi og Odu Samuelsen úr Streymnesi.
Listaframsýningin letur upp leygardagin klokkan 17. Sunnudagin er framsýningin opin frá 15 til 20.