Um tit hava hug at uppliva Sandoynna á ein øðrvísi hátt, so er møguleikin her. Listasavnið á Sandi og Kunningarstovan her hava lagt høvdini saman og smíðað eitt tilboð til bólkar. Hetta er ein sera áhugaverdur túrur, ið byrjar við at Teistin fer av Gomlurætt kl. 9.45 um morgunin. Komin til Skopunar koyra bygdaleiðir til Listasavnið á Sandi. Inni á Listasavninum er møguleiki at síggja áhugaverdir málningar. Farið verður víðari at síggja Sands kirkju og so norður í Bygdasavnið í Koytu. Síðani verður gingið yvir í Urð at hyggja at Gívrunarfóti. Bussur fer aftur av Sandi kl. 13.15, og Teistin fer av Skopun kl. 14.00.
Túrurin er eitt bólkatilboð, ið kann lagast til aldurin á teimum luttakandi, og um onnur ynski eru, ber væl til at broyta tilboðið.
Tað ber eisini til at fáa ein drekkamuð við í tilboðið, men eisini er møguleiki at hava matpakka við.
Vendið tykkum til Kunningarstovuna og hoyri nærri.