Terji Vestergaard, ein av samskiparunum av Fjarðafestivalinum, sigur, at festivalurin skal vera ein uppliving fyri fleiri sansir, tí hava fyriskipararnir valt at hava málningalistina við á hesum tónleikatiltaki.
- Tónleikur og myndlist hóskar væl saman, sigur Terji Vestergaard, ein listaframsýning kann geva nakað eyka til gestirnar á festivalinum.
Samstundis er ein tónleikafestivalur eitt nýtt forum fyri listafólkini, og eitt gott høvi hjá teimum at sýna fram fyri einum øðrum málbólki.
- Av tí at hetta er ein kristiligur festivalur, valdu vit at biðja listafólk, sum vit vita mála við kristiligum motivum, sýna fram. Samstundis hava tey øll sín egna stíl, sum ger at framsýningin verður fjølbroytt.