Listaframsýning á jóansøku

Á jóansøku á í Vági skipar Lions í Suðuroy fyri listaframsýning, og verða øll listafólk í Suðuroy boðin at sína list  fram. Listafólk úr Suðuroy, sum búgva aðrastaðni, eru eisini vælkomin, boðar Lions frá.

 

Ætlanin er, at hvørt listafólk fær eini trý, fýra listaverk við og talan er um eina listaframsýning í breiðastu merking, bæði málningalist, trælist, listahondverk og onnur sløg av list.

 

Talan er um eina søluframsýning, har Lions fær eitt ávíst ómaksgjald fyri at skipa fyri framsýningini og standa fyri søluni.

 

Áhugað listafólk skulu boða frá, áðrenn 20. mai, á tlf. 575184, 262323, 790810, 213415, 218442, 773619. Framsýningin er treytað av nóg góðari luttøku.

 

Ágóðin fer óskerdur til útgerð til at lætta um hjá dialýsusjúklingunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, boðar Lions Suðuroy frá á sudurras.fo.