Listamaður í tríkantsdrama

Í Hvør var Nimrod er Jens Pauli Heinesen farin á eina væl upplagda rannsóknarferð inn í myrkasta krókarnar í menniskjasinninum. Við sær á ferðini hevur hann frustreraða unga listamannin - mest sum av gomlum vana

Tað eru fyri tað mesta gomul tema í nýggjum hami, sum mynda søgugongdina í nýggjastu skaldsøguni hjá Jens Paula Heinesen, Hvør var Nimrod. Trongdi ungi listamaðurin stríðist framvegis við listina og kærleikan og reikar eins og hinir persónarnir heimleysur runt í einum modernaðum pseudoveruleika, trilvandi eftir onkrum slagi av sannleika. Sín egna sannleika finna tey ongantíð og royna í staðin at liva tann hjá onkrum øðrum. Tí mennast tey heldur ikki sum menniskju, men royndirnar eru ikki óáhugaverdar.
Kitlandi
Hóast vit ikki møta henni fyrr enn søgan er hálvrunnin, má unga, vakra Siv metast at vera annar av høvuðspersónunum í bókini. Við meir enn ivasomum ætlanum roynir hon ørkymlað at broyta sítt lív, bert fyri at renna seg í eina blindgøtu fyri og aðra eftir. Fullkomiliga trásett av sjarmerandi og sadistiska psykopatinum Johan Sebastian, sum ikki vil vita av henni, fer Siv í song við arroganta rithøvundanum Jonathan Svein fyri at gera Johan Sebastian sjalu. Og tað eydnast í so ríkiliga, tí Johan Sebastian svarar aftur við at neyðtaka Siv, sum verður uppá vegin. Nú kann Siv umsíðir tvinga Johan Sebastian at giftast við sær, so hon endiliga sleppur at gera honum "helvitið heitt". Eftir 12 dagar og tvær sjálvmorðsroyndir gevur Siv upp og verður innløgd á sjúkrahús, har hon í fepurørsku sjálv ferð lúkst niður í helvitið, har sjálvur devulin í prædikantalíki starir hana beint í eyguni.
Lýsingin av Siv og Johan Sebastian og teirra perversa parlagi er fyri tað mesta framúr góð. Hóast meginparturin av tí, sum hendir teirra millum, fer út um øll vanlig moralsk mørk, eydnast tað høvundanum á ein sniðfundigan hátt at draga lesarin longur og longur inn í teirra sjúka hugaheim, so tú, áðrenn tú veit av, skilur fullvæl, hví tey bera seg soleiðis at. Sum lesari fært tú eina kitlandi forbodna kenslu, sum heldur tú við einum drápsmanni ella eygleiðir ein perversan leik gjøgnum eitt lyklarhol.
Komiskt
Sum ein lús millum tvær negl stendur hin høvuðspersónurin, dramatikarin Antinis Torri, og roynir at finna sín leiklut í tríkantsleikinum, Siv hevur lokkað hann við í. "Aftur nú? Hugsaði dramatikarin, var hann kanska skaptur til at vera fríholt her í lívinum, men hann læt sær lynda og læt seg vera fríholt". Og tað ger Antinis hvørja ferð, Siv hevur brúk fyri honum. Bæði tí hann er loyniliga forelskaður í henni, men serliga tí hon og Johan Sebastian eru "so forvitnislig frá einum professionellum sjónarmiði."
Hervið eru vit eisini aftur við gamal temaið hjá Jens Paula Heinesen um unga listamannin og hansara stríð við listina og kærleikan. Í so máta er ikki so nógv nýtt at hóma, burtursæð frá at listamaðurin hesuferð verður serliga sjónligur sum alter egoið hjá høvundanum við tað at Antinis gongur og savnar tilfar til ein leik um somu søgu, sum Jens Pauli hevur gjørt til skaldsøguna, vit sita við. Hetta kundi boðað frá, at høvundurin er til reiðar at troyta teir møguleikar, sum gera metatekstin til eina skaldsliga avbjóðing, men hartil røkkur bókin ikki. Bert í tí eina førinum, tá Jonathan Svein verður "myrdur", setast møkini millum sjónleikin hjá Antinis og skaldsøguna hjá Jens Paula úr gildi, men tey koma skjótt uppá pláss aftur, tá Antinis vaknar úr dreymi.
Sum listamaður hevjar Antinis seg ongantíð upp um tað eyðsýnda, men sipar heldur støðugt til stórar høvundar, fyri at fáa sínar listarligu sálarkvalir at sýnast av meira. Í hansara verð eru gomlu føroysku høvundarnir onki minni enn skaldsligar gudar. Hví teir eru tað, kámast fyri tað mesta í orðaríkum hugleiðingum um gongulagið hjá J.H.O Djurhuus, hattin hjá Hans Andriasi ella byrjunarsetningin í Feðgar á ferð. Hóast undirhaldandi í løtum, fylla skaldsligu hugarenslini hjá Antinis alt ov nógv í bókini og verða oftast óætlað komisk, sum tá hann stynjandi murrar "Áh gud, áh gud, sum tað er hart at spæla fótbólt, sungu teir á leikvøllinum, áh gud, sum tað var tungt at skriva sjónleik, sang hann við sítt skriviborð. Men teir á leikvøllinum vóru fleiri, hann var einsamallur."
Útspældur
Sum lesari troyttast tú skjótt av Antinis og bíðar nærum eftir, at Siv aftur ger tað lort, so hann aftur fær eina missjón. Tí uttan fyri tríkanstdramaið, sum er veruliga framdriftin í bókini, er leikluturin hjá Antinis mest sum útspældur og undarliga ósamanhangandi. Eitt nú hava allir hinir persónarnir í søguni eina av-gjørda meining um øll lesarabrøvini, Antinis skrivar, men lesarin fær ongantíð at vita, hvat hesi snúgva seg um.
Tá harðast leikar á móti endanum á bókini, og vit óra eitt avgerandi hæddarpunkt, er tað heldur ikki Antinis, men ein fremmandur og anonymur sjónleikari, sum fær høvuðsleiklutin. Harðligi orðadátturin millum sjónleikaran og Johan Sebastian um hevndarhugaðar prædikantar og hvar helvitið býr skal eftir øllum at døma savna træðrirnar og seta søguna í eitt serstakt føroyskt samfelagsligt høpi. Men skiftandi einarøðurnar hjá teimum báðum tykjast áklistraðar og innatómar og fáa skaldsligu heildina í bókini at støkka sundur.
So vítt eg minnist, hava kvalirnar hjá unga listamanninum verið eitt afturvendandi tema í ritverkinum hjá Jens Paula, síðani Frænir eitur ormurin kom út í 1973. Tí má tað undra, at tað ikki eydnast betri at geva hesum figurinum meir dýpd og skaldsligt trúvirði. Tí Antinis flytur seg ikki úr stað, hvørki sum menniskja ella sum høvundur. Heldur endar hann 6 ár seinni í júst sama staði á eini bókmentaráðstevnu, har hann í innistongdari øvundsjúku framvegis situr og ilskast inn á sjálvglaðar rithøvundar, sum bara brúka kjaft og halda seg vera. Og Siv, sum kundi fingið gamla vínið at brúsa eitt sindur aftur, hvørvur líka brádliga, sum hon kom.