Forvitnislig konsert verður í skúlanum á Trøllanesi sunnudagin 8. juli klokkan 15 við donsku Kristina Anna, sum er singer/songwrit'ari úr Århus.
Við sínum lætta tónleiki og viðkomandi tekstum um kærleika og nærsambond dugir hon at kveikja eitt dragandi og sigandi frásøgurúm.
- Tónleikurin kann tykjast at hava røtur í fólkatónleikinum, men hevur tilsipingar til danskar pop-siðvenjur, har kvinnur eisini hava sett síni týðiligu spor.
Fyrireikararnir av tiltakinum á Trøllanesi vísa á, at røddin hjá Kristinu Annu er løtt við einari samanrenning av barnalyndi, tó við vaksnum royndum.
- Henda dragandi samanrenning er eggjandi fyri áhoyraran, sum við tónleikinum lættliga letur upp fyri grundan í einum viðkomandi og livandi alheimi.
Tó at Kristina Anna kann tykjast sum ein av mongu donsku kvinnuligu sangskrivarunum, ger hennara serstaka, máttmikla og poetiska rødd Kristinu Annu til eitt listarfólk við serstøkum eyðkenni.
Sunnudagin verður so ókeypis konsert í skúlanum á Trøllanesi, har Kristina Anna fer at framføra saman við tveimum kvinnuligum tónleikarum, Annemarie Jensen, keyboard og sang og Johanne Andersson, cello og sang.