Listarligt, handaligt og pyntiligt í Smiðjuni

Í døgunum 15.-19. november 2013 hava fýra kendar havnardamur jólastovu í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Nú jólini nærkast, hava tær fýra fjølbroyttu og kreativu damurnar, Astrid Andreasen, Durita Rasmussen Dam, Jórunn Dánialsdóttir og Ragnhild Dam, savnað eina litfagra kollasju av tí, sum tær hava evnað til í heyst til eina jólastovu í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Jólastovan, sum er ein søluframsýning, er ein sonn mosaikk av persónligum og forvitnisligum lutum, myndum, klæðum og smýkkum, har tú heilt vist finnur eina hugnaliga jólaløtu, og kanska eisini ta røttu jólagávuna til ein, sum er tær nær – ella til tín sjálvs.


Opið er:


Fríggjadagin 15. november kl. 16-19

Leygardagin 16. november kl. 10-18

Sunnudagin 17. november kl. 14-18

Mánadagin 18. november kl. 10-18

Týsdagin 19. november kl. 10-18