– Vit kunnu ikki lata listina fara fyri skjeyti, tí Listasavnið ikki hevur fingið tær ábøtur, sum tað langt síðani átti at fingið, segði Jenis av Rana við Kringvarpið í síðstu viku. Hann hevði tí biðið fíggjarnevndina játta Listasavninum fýra milliónir krónur aftrat.
Men tað sær kortini út til, at tær fýra milliónirnar eru tódnaðar niður í eina millión í Fíggjarmálaráðnum.
Sambært Fíggjarmálaráðnum, so hevur Listasavn Føroya boðað Uttanríkis- og mentamálaráðnum frá, at verandi játtan er ov lítil til at reka Listasavnið á ein nøktandi hátt og kunna bjóða tær tænastur sum væntast av Listasavninum.
– Her er m.a. talan um at miðla og vísa fram fyrst og fremst føroyska list, men eisini útlendska list sum Listasavnið fær hendan vegin. Eisini er játtanin ov lítil til vanliga raksturin av stovninum, har tað serliga manglar játtan til viðlíkahald av bygninginum, skrivar Fíggjarmálaráðið.
– Fyri at dagføra raksturin av Listasavninum og á tann hátt at geva savninum eitt tiltrongt lyft, verður 1 mió. kr. raðfest til raksturin av Listasavninum, m.a. til at seta eitt fólk í starv at miðla listina umframt til viðlíkahald og annan rakstur av Listasavninum, skrivar Fíggjarmálaráðið til Fíggjarnevndina.