Listasøluhús selja sum ongantíð

Stóru altjóða listasøluhúsini seta sølumet

Listaheimurin kennir lítið til kreppu, sum nógvar aðrar vinnur hava merkt hesi seinastu árini við covid-19 og kríggi í Ukraina.

 

Stóru altjóða listasøluhúsini Christie’s og Stoheby’s settu í fjør sølumet. Ongantíð áður hevur umsetningurin verið so stórur, sum hann var í 2022.

 

Christie’s seldi listaverk fyri 58 milliardir krónur, og Sotheby’s seldi fyri 55 milliardir krónur.

 

– List er nakað av tí tryggasta, tú kanst gera íløgur í, og tey fáu, sum eiga nógvar pengar, eru før fyri at keypa list fyri stórar upphæddir, sigur Flemming Friborg, granskari á Copenhagen Business School, við DR.

 

Órógv á øðrum marknaðum hevur eisini hvat við sær, at fleiri hava havt áhuga í at keypa list sum íløgu.