Listastevna 2002
Kvæði, rokkur, sjónleikur, klassiskur tónleikur, gittartónleikur, opera, filmur, fyrilestrar og mangt, mangt annað er á skránni á Listastevnuni 2002.
Fyriskipararnir hava veruliga spílað seg út, hvat hesi fjølbroyttu skrá viðvíkur. Nógvar fyrireikingar hava verið gjørdar, og byrjar alt so við og við at koma undir land nú, bert tveir mánaðar áðrenn skal setast.
Birgir Kruse er formaður fyri Listastevnuna 2002, og hevur hann saman við hinum fyriskiparunum nógv at bjóða uppá.
? Forsølan til fýra tey mest spennandi tiltøkini byrjar longu leygardagin. Her er talan um Sequentia, sum kemur allan tann langa vegin úr New York, sum kemur at framføra Edda, kvæðir úr Íslandi við nøkrum teimum elstu norrønu tekstunum, sum til eru. Teir framføra nakað operalíknandi, og tey ein tann best umtókti renaissancetónleikabólkurin, greiddi Birgir Kruse frá á tíðindafundi hósmorgunin.
Hini tiltøkini eru ein operakonsert við millum øðrum Ernst Sondum Dalsgaard, ein rokk-konsert við Runrig úr Skotlandi og okkara egnu Týr og síðani eisini ein a capella sangbólkur, The Real Group, úr Svøríki.
Runrig er ein vælumtóktur bólkur í Skotlandi, tjóðskaparsinnaður og tveir av limunum eru politiskt aktivir. Eitt eyðkenni hjá bólkinum er, at teir enda altíð konsertir sínar við at spæla Loch Lomond, sum ein og hvør, ið veit eitt sindur um Skotland, kennir. Saman við Runrig fer Týr eisini at spæla. Týr komu uppá hægstu hitt-tindarnar í Føroyum við Orminum Langa, og fara teir á hesi konsertini at spæla Ólav Riddararós eisini. Teir vísa aftur til okkara felags norrøna mentanararv við hesum nýggja nýskapandi tónleiki.
Eisini børn
Áhugin fyri Listastevnuni yvirhøvur vísir seg at vera sera stórur. Í fjør varð selt fyri 600.000 krónum í atgongumerkjum, og vóna fyrireikararnir, at listastevnan verður eins væl vitjað og í fjør.
Stevnan er ikki bara fyri vaksin fólk. Nei, eisini er skipað fyri filmsframsýningum fyri børn. Harav kann nevnast ein frumframsýning av einum Disney teknifilmi og einum nýggjum Steven Spielberg teknifilmi.
Teitur Árnason hevur ein nýggjan ?Burturhug? kláran til Listastevnuna. Hann eitur Burturhugur ? Obcervaciones de Cuba. Ein filmur, sum er gjørdur eftir sama leisti, sum tann fyrri.
Umframt film og tónleik, verður eisini sjónleikur á skránni.
Eitur nakað land Week-end?, MacBeth og aðrir sjónleikir, bæði føroyskir og útlendskir sjónleikir verða sýndir.
Næstan Björk
At fáa stápla eitt slíkt stórt tiltak uppá beinini er ikki bara sum at siga tað.
? Tað eru bara 10%, sum enda yvir vatnflatuni, tá tað kemur til stykkis. Millum annað kunnu vit nevna, at vit hava havt samskifti við íslendsku songkvinnuna Björk, sum ógvuliga gjarna vildi koma til Føroya. Ætlanin varð at gera eina rundferð, har Björk fór til Nuuk, Reykjavík, Tórshavn og Bergen, men allar konsertirnar vórðu avlýstar, tí tað vísir seg, at hon er við barn. Björk fer bert at hava eina konsert í ár, og hon verður á Venice Beach í Kalifornia. Men tað góða við hesum er so, at vit hava so hesar kontaktirnar opnar til eina aðru ferð, sigur Birgir Kruse.
Ein annar kendur maður kemur til Føroya, og eitur hann Ole Bornedal. Hann er leikstjórin aftanfyri stórfilmin, Jeg er Dina, sum í hesum døgum gongur í Havnar Bio. Hesin filmur verður vístur aftur tá stevnan verður, og fer Ole Bornedal at halda fyrilestur um tað at gera film.
Sum eitt annað kuriosum kann nevnast, at tólv føroyskir gittarleikarar fara at hava konsert bæði í Runavík og í Havn. Hesar konsertir vera saman við einasta føroyska gittarbyggjaranum, Petur Magnus Bjarnastein. Á hesum konsertum verður ein ektaður, hondgjørdur Bjarnastein gittari burturlutaður.
Listastevnan verður ikki bara í Havn. Hon verður spjadd kring landið, men tað er avmarkað, hvussu nógv kann vera úti á bygd.
? Tá tiltøk verða fyriskipað má grundarlag vera fyri at fáa tiltakið sjálvt at bera seg. Tað vil siga, at tað ber illa til at hava eitt tiltak á einum plássi har fá fólk koma, tí so verður prísurin av atgongumerkjum so himmalhøgur. Tí hava vit valt at leggja tey størstu tiltøkini á stórplássunum, soleiðis at tey eisini kunnu bera seg fíggjarliga, greiðir Birgir Kruse frá.
Listastevnan er í ár longd við fýra døgum. Í fjør var hon 12 dagar, meðan hon í ár verður 16 dagar. Fyrireikararnir vóna sjálvandi, at væl verður vitjað.
? Vit hava koyrt konstant á maksimum, helst over-drive, heldur Birgir Kruse skemtiliga fyri. ? Tí er tað eitt stórt trýst á okkum fyrireikarum, men vit hava roynt at gera hana so fjøltáttaða sum til ber.
Listastevnan 2002 verður í døgunum 3. ? 18. august 2002.