Álit um tónleikavinnu handa landsstýriskvinnuni

Seinnapartin var tilmæli um at seta á stovn eina føroyska tónleikaútflutnings-skrivstovu handað Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í vinnumálum á mini ráðstevnu í Gøtu

SamVit hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireikað tilmæli til frama fyri føroyska tónleikavinnu, og í hesum sambandi er ein tørvskanning gjørd fyri at lýsa núverandi støðu, tørv og endamál við slíkari skrivstovu.

Kanningin er gjørd í samstarvi við føroysku tónleikavinnuna, føroysku sendistovurnar uttanlands, aðrar viðkomandi stovnar og ráðgevarar frá Íslandi og Danmark, sum hava drúgvar royndir innan Music Export skrivstovur í teirra londum.

Úrslitini úr kanningini vóru løgd fram á ráðstevnuni.

Ein av høvuðsniðurstøðunum av kanningini er, at grundarlag er fyri at stovna eina føroyska Music Export skrivstovu. Tað vísir seg at verða ein greiður og ítøkiligur tørvur á slíkari skrivstovu í Føroyum, og sum dømi um hvørjar uppgávur ein slík skrivstova eigur at røkja, verður nevnt:

? Skapa eina sterka, langskygda og málrættaða heildarætlan fyri útflutning av tónleiki.

? Fremja samstarv, veita ráðgeving, kunning og byggja upp ein vitanardepil fyri tónlistafólk og bólkar í Føroyum.

? Seta í verk samtøk við privata vinnulívið, eisini tvørtur um vinnugreinir.

? Samskipa altjóða tiltøk og átøk innan tónleikavinnu í Føroyum og uttanlands.

Meir fæst at vita um áliti á heimasíðuni hjá Samvit, www.samvit.fo