Litavar hugsa nú um HM kappingina

Millum tey í litaviska ferðalagnum í Føroyum er fyrrverandi málverjin hjá FS Vágum, sum eigur uppgávuna at fáa so nógv at vita um føroyska liðið, sum tað á nakran hátt ber til

LITAVA Á FØROYAFERÐ
Ivan Eginsson


Inntil síðsta leygardagin høvdu fótbóltsáhugaðir litavar vónað, at føroyingar og týskarar fóru at hjálpa liðnum hjá teimum í hvør sínum dysti - ímóti Skotlandi og Íslandi, soleiðis, at litaviska landsliðið varðveitti møguleikan at røkka næstfremsta plássið í bólkinum og harvið at hava møguleika at halda fram í kappingini.
Ynskini hjá litavum vórðu ikki til veruleika. Skotar vunnu sín dyst, meðan íslendingar fingu eitt stig ímóti varaheimsmeistarunum. Úrslitini leygardagin merktu fyri Litava, at síðsti teoretiski møguleikin at enda ovari enn á triðja plássinum í bólkinum var endaliga horvin. Tað ber ikki Litava til undir nøkrum umstøðum at enda frammanfyri, í hvussu so er Ísland og antin Týskland ella Skotland, sum hittast í kvøld.
Tá ið føroyingar vitjaðu yviri í Kaunas fyri ellivu mánaðum síðani, stóð tann í Litava nógv virdi Benjaminas Zelkievicius við róðri á landsliðnum. Seinni tók hann av tilboðnum frá russiska grannabýnum Kaliningrad og gjørdist venjari hjá lokala 1.deildarfelagnum Baltika.
Algimantas Liubinskas, ið tók yvir eftir Zelkievicius í vár, er hinvegin ikki so kent navn uttanfyri Litava, hóast hann longu vandi landsliðið í tíðarskeiðnum millum 1992 og 1995. Hesin 51-ára gamli venjarin, ið eisini hevur starvast í umsitingini hjá fótbóltssambandinum, sigst at vera ógvuliga arbeiðssamur og íðin í sínum yrki.
Hjálparmaðurin hjá Liubinskas er kanska kendasti litaviski leikarin nakrantíð. Tann 37-ára gamli Valdas Ivanauskas er bara annar litavin, ið nakrantíð kom á sovjetiska landsliðið - tað var síðst í áttatiárunum. Seinni leikti Ivanauskas í nógv ár í Týsklandi við Hamburger SV, og í nøkrum feløgum í Eysturríki. Nú er hann heimafturkomin og roynir at hjálpa til at menna fótbóltin í einum landi, har ein onnur ítróttargrein, nevniliga kurvabóltur, hevur størsta áhugan millum fólk. Í kurvabólti eru litavar millum tær allar sterkastu tjóðirnar í heiminum.
Seint í sovjettíðini hevði Litava eitt felag í bestu deildini í Sovjetsamveldinum. Tað høvdu Lettland og Estland ikki. Men seinastu árini hava grannatjóðirnar fyri norðan yvirhálað litavar í fótbólti. Hetta endurspeglast eisini á altjóða FIFA-styrkislistanum, har Litava á 93. plássinum er aftast av teimum trimum baltalondunum.
Litavar komu til Føroya í gjár við einum hópi, ið ikki kann roknast at vera tann sterkasti hjá teimum. Av ymsum orsøkum vanta fleiri royndir menn á liðnum. Teirra millum er tann best kendi á okkara leiðum Aurelijus Skarbalius. Liðfelagin hjá Jón Róa Jacobsen í Brøndby er plágaður av álvarsligum skaða, ið fer at halda Auri burtur frá fótbólti í fleiri vikur.
Málverjin og liðformaðurin, Gintaras Stauce, eigur litaviskt met í landsdystum - 58, ella eins nógv, sum okkara egni Jens Martin Knudsen og fimm færri, enn føroyski metmaðurin, Óli Johannesen. Gintaras hevur royndir frá Spartak Moskva og Duisburg í týsku bundesliguni, men í seinastuni hevur hann vunnið sína løn í grikkskum fótbólti. Hetta er eisini galdandi fyri miðvallaran Tomas Razanauskas, ið hevur skorað trý mál í kappingini higartil ? teirra millum uppá brotsspark í fyrra dystinum ímóti Føroyum. Hann gjørdi eisini málið í litaviska 1-1 javnleikinum í Týsklandi í mars. Razanauskas er annars tann í núverandi hópinum, ið skorað hevur flestar ferðir fyri land sítt, nevniliga sjey ferðir í 33 landsdystum.
Framherjin Edgaras Jankauskas umboðar eitt kent felag. Hesin stóri og eleganti leikarin er fastur fúsur á evropeiska stórliðnum Benfica. Jankauskas er sera væl umtóktur í Portugal, eins og hann er tað heima í Litava. Kortini skorar hann ikki so ofta fyri landsliðið - bert 5 mál eru komin á kontona hjá Edgaras í 33 landsdystum. Men føroyska verjan eigur at ansa væl eftir hesum litavanum, ið ikki bara er sterkur í luftini, men eisini hevur góðan bóltførleika.
Jankauskas var ikki við í dystinum ímóti føroyingum í Kaunas. Men tað var vanligi makkari hansara í álopinum, Robertas Poskus. Hesin økti tá til 2-0 við einum glæsiligum skoti framvið Jákupi Mikkelsen. Poskus er lyklaleikari á liðnum úr Samara, ið liggur væl fyri í bestu russisku deildini.
Eitt fyri føroyingar kent andlit á litaviska landsliðnum man vera Donatas Vencevicius, ið einaferð spældi saman við Toda Jónsson fyri FCK. Tann tíðin er langt síðani farin. Donatas, ið fyri stuttum skrivaði undir sáttmala við eitt maltesiskt felag, er kortini aftur í landsliðshitanum. Hetta kom óvart á nógv - hildið varð, at dagar hansara í altjóða høpi vóru taldir.
Annars er ein annar gamal kenningur í litaviska ferðalagnum. Arturas Ramou_ka vardi í trý ár málið hjá FS Vágum. Nú er Arturas, ið sjálvur leikti fýra landsdystir, komin til Føroya fyri at hjálpa venjarunum at útvega ymiskar upplýsingar um heimaliðið.
Samanumtikið kunnu litavar neyvan vera nøgdir við hesa EM-undankappingina, hóast teir vunnu 1-0 heima á Skotlandi og fingu eitt púra óvænað stig í Týsklandi. Avrikini hjá liðnum hava ikki verið støðug, og litavar vóru avsmurdir av Íslandi - 3-0 bæði úti og heima. Málið, ið varð sett liðnum undan undankappingarbyrjan - eitt annað pláss og play-off dystir - er ikki røkkið. Nú hugsa venjararnir Liubinskas og Ivanauskas meira um HM-undankapping, ið byrjar komandi heyst. Í Føroyum ætla teir sær, eftir øllum at døma, at royna okkurt nýtt á liðnum, nú møguleikin at sleppa upp í part í Portugal er burtur. Litavar komu saman á venjingarlegu í Kaunas longu seinasta hósdag, tó uttan at teir hava spælt nakran dyst í vikuskiftinum. So talan er um sera drúgvar fyrireikingar til føroyaferðina. Annars endaði seinasti vinardysturin hjá Litava - í Bulgaria fyri trimum vikum síðani - við einum 0-3 tapi.
Føroyingar hava einki mál fingið í teimum trimum dystunum, sum teir higartil hava leikt ímóti Litava. Eisini tí kunnu Føroyar á ongan hátt vera mettir sum favorittar undan uppgerðini í kvøld. Men hinvegin, er tað júst á heimavølli ímóti Litava, at størsti møguleikin í hesi undankappingini fyri einum góðum úrsliti, ja, kanska sigri - skuldi verið til staðar.




Litaviskir leikarar, ið vórðu bodnir á venjingarlegu undan dystinum ímóti Føroyum:
málmenn ?
Gintaras Stauce (?Kallithea?, Grikkaland) 24.12.1969 58 / 0
Gytis Padimanskas (?FBK Kaunas?) 01.08.1972 7 / 0
Eduardas Kurskis (?FBK Kaunas?) 17.10.1976 5 / 0
verjuleikarar ?
Tomas Zvirgzdauskas (?Halmstads BK?, Svøríki) 18.05.1975 28 / 0
Ignas Dedura (?Skonto? Riga, Lettland) 01.06.1978 22 / 1
Nerijus Radzius (?Tjernomorets? Novorossijsk, Russland) 11 / 0
Nerijus Barasa (?Alania? Vladikavkas, Russland) 06.01.1978 10 / 1
Darius Regelskis (?FBK Kaunas?)  15.04.1976 8 / 0
Vidas Alunderis (?Vetra?, Rudiskés) 27.03.1979 4 / 0
Rolandas Dziaukstas (?Torpedo-Metallurg? Moskva, Russland) 01.04.1978 0 / 0
miðvallaleikarar ?
Tomas Razanauskas (?Akratitos? Aten, Grikkaland) 07.01.1976 33 / 7
Igor Morin (?SSV Jahn 2000? Regensburg, Týskland) 21.02.1975 28 / 3
Donatas Vencevicius (?FC Marsaxlokk?, Valletta, Malta) 28.11.1973 23 / 0
Deividas Cesnauskis (?Dinamo? Moskva, Russland) 30.06.1981 10 / 2
Vadim Petrenko (?FBK Kaunas?) 26.05.1974 7 / 0
Aurimas Kucys (?Ekranas? Panevezis) 22.02.1981 4 / 0
Edgaras Cesnauskis (?Ekranas? Panevezis) 05.02.1984 3 / 1
Tomas Tamosauskas (?Dinamo? Moskva, Russland) 22.05.1983 3 / 1
Andrius Gedgaudas (?FBK Kaunas?) 18.09.1978 0 / 0
álopsleikarar ?
Edgaras Jankauskas (?FC Porto?, Portugal) 12.03.1975 33 / 5
Eimantas Poderis (?FBK Kaunas?) 13.09.1973 19 / 5
Robertas Poskus (?Krylja Sovetov? Samara, Russland) 05.05.1979 18 / 4
Dmitrij Guscin (?VfL Osnabrück?, Týskland) 12.12.1975 3 / 0
venjari ?
Algimantas Ljubinskas  04.11.1951 36