Litrík Guðrun í hálvfinalu

Guðrun Sólja Jacobsen hevur vónir um at koma langt í kappingini millum bestu luttakararnar í Stjerne for en aften. Tað verður ein litrík Guðrun, sum í kvøld fer á pallin í seinnu hálvfinaluni

Guðrun Sólja Jacobsen verður við í seinnu hálvfinaluni í kappingini Stjørna eitt Kvøld á DR, sum verður í kvøld. Hon fer á pallin við lagnum Run to You hjá Whitney Houston.
Tá vit seint mikukvøldið fingu fatur á Guðruni, var hon á hotelli í Aalborg. Orsøkin til tað var, at hon har hevði leigað sær ein stylist, ein sniðgeva, við skili fyri hvussu ein skal síggja út.
 
Góður sangur
Um orsøkina til, at hon júst hevur valt at syngja Run to you sigur Guðrun, at henni altíð hevur dámað væl henda sangin.
- Hetta er ein góður sangur og hann gevur meining, sigur Guðrun.
                      Hon velur sjálv løgini, ið hon tekur lut við, men sjálvandi prátar hon við onnur um møguligu løgini, sum hon hevur í huganum.
 
Fólk steðga á gøtuni
Guðrun hevur merkt, at hon nú aftur hevur verið frammi í almenna ljósinum.
                      Ja, tað merki eg væl. Fólk á gøtuni steðga á og fólk venda sær við, so tað merkist, at ein nú aftur er frammi, sigur Guðrun.
                      Mikuvøldið hevði Guðrun onga hóming av gongdini fríggjadagin, hvussu pallurin er og hvussu hini fyrireika seg.
                      - Vit hittast øll fríggjadagin og innan fríggjadagin hendir onki. Alt gongur fyri seg fríggjadagin og so er kappingin á kvøldi. Tað er ikki sum fyrstu ferð, tá vit hittust fleiri ferðir frammanundan og so framvegis, sigur Guðrun, og leggur afturat, at nú er alt samskifti innan kappingina via telefon.
 
Litrík
Men Guðrun fyrireikar seg sum best til kappingina millum tey bestu av teim bestu. Orsøkin til vitjanina í Aalborg mikukvøldið var, at Guðrun har hevur leigað sær ein stylist.
                      Og kann ein so spyrja, hvørji klæði tú hevur valt til fríggjakvøldið?
                      - Eg havi leigað mær ein stylist her í Aalborg og tí eri eg her. Men eg veit ikki, tað verður í hvussu er nakað við litum og ikki svart og hvítt, sum onkutíð áður, sigur Guðrun, uttan at avdúka ov nógv.
 
Mamma og pabba við
Guðrun fegnast um, at hon fær góðan heimligan stuðul fríggjakvøldið.
                      - Mamma og pabba eru komin niður. Men hetta er so fyrstu ferð, at beiggi mín Eyðun ikki er við, so tað kennist eitt sindur løgið, tí hann hevur annars verið við hvørja ferð, sigur Guðrun.
Um vónirnar sigur Guðrun:
- Eg haldi, at ein eigur altíð at vóna tað besta, men vænta tað ringasta, tí so verður ein ikki skuffaður. Men sjálvandi vóni eg at vinna og koma víðari hesaferð og síðani at vinna alt. Men tað verður sera trupult, tí bert tey bestu eru eftir, sigur Guðrun, sum eisini er fløguaktuell.
                      Um nýggju fløguna sigur hon, at enn veit hon onki um sølutølini, men fólk tykjast glað fyri fløguna, og tað fegnast Guðrun um.
 
Fjáltur
Enn er Guðrun ikki komin so langt, at hon kennir fjáltur á sær.
                      - Eg eri ikki nervøs, men tað kemur nokk. Eg var eisini  eitt sindur nervøs við kappingina hesaferð, tí eg líkasum skuldi koma aftur, men tað er so farið nú og eg eri her. Men nervarnir koma óivað einaferð innan fríggjakvøldið, sigur Guðrun, sum tykist at hava bæði beinini á jørðini.
                      Og tá hon verður spurd, um hon sum heild er nøgd við gongdina í kappingini og við tað, sum er hent, so sigur hon:
                      - Eg havi fingið tað burturúr, sum eg ætlaði, so eg havi tað fínt.
Ein positiv Guðrun, sum ikki mikukvøldið kendi til fjáltur, innan stóru kappingina í kvøld, men eins og seinast, so vónar hon sjálvandi góðan atkvøðustuðul úr Føroyum.