Tendensurin er greiður: Fleiri og fleiri velja reyðar, bláar, brúnar og hvítar bilar.
Áður vóru tað serliga teir gráu og silvur-littu bilarnir sum vórðu mest seldir. Teir eru sjálvandi ovarlaga á sølulistunum, men fjarstøðan til tann bláa bilin gerst alsamt minni.
- Teir hvítu bilarnir, sum fyri 4-5 árum síðani vóru heilt úti, eru eisini á veg framaftur, vísa hagtølini.
Litir ella megi
Fyrra hálvár í ár vóru teir grønu bilarnir, sum lógu á odda á móta- og sølulistunum fyri 10 árum síðani, keyptir av 530 norðmonnum.
- Liturin á bilunum hevur stóran týdning. Tað er kanska orsøkin til at bilverksmiðjurnar hava tað stóra og sterka litkortið frammi á teimum smærru bilunum, sigur Trond Blindheim, rektari á norska Markedshøyskolen.
Liturin sigur eisini nakað týdningarmikið um eigaran. Men hjá dreingjum hevur hetta kortini ikki so nógv at siga, tí teir hugsa meiri um orku og styrki í bilinum.
- Tað vísir seg, at fólk fyrst hyggja eftir hvat slag av bili, ein skal keypa - um tað er stationvognur, fýrahjólstrektur bilur ella líknandi. Síðani verður hugsað um prís og merki.
- Í triðja lagi kemur liturin. Litavalið hevur týdning fyri mong, tí tað sendir út nøkur signal um eigaran, sigur Blindheim. - Ja, hann sigur eftir øllum at døma nógv um eigaran.
- Mín meting er, at gentur eru ikki so bangnar fyri at velja bilar við góðum, sterkum og sjónligum litum. Frágreiðingin er helst hon, at gentur hava størri sans fyri, hvussu tingini síggja út enn dreingirnir.