Lív fer at spæla við Ringsted komandi kappingarár

Ringsted endaði fjórðfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Aftaná at hava roynt seg í Ajax Keypmannahavn seinnu árini fer 21 ára gamli landsliðsleikarin, Lív Sveinbjørnsdóttir at spæla við TMS Ringsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

Í løtuni stríðist Lív saman við Súnu K. Hansen og liðfeløgunum í Ajax at sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina.

Sáttmálin við Ringsted er fyribils galdandi fyri komandi kappingarár.

Við heimasíðuna hjá TMS Ringsted sigur Lív, at hon heldur, at hennara menning sum hondbóltsleikari kann halda fram undir kønu leiðsluni hjá venjaratoyminum hjá Ringsted. Lív heldur, at Ringsted er eitt felag við stórum framtíðarætlanum, og hon gleðir seg til at vera partur av hópinum hjá Ringsted.