Lív, Vár og liðfelagarnir løgdu fyri við stórsigri

Ajax vann ellivumálssigur á útivølli

Mynd: Ajax København

Lív og Vár B. Zachariassen og liðfelagarnir í Ajax fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli í Roskilde eydnaðist tað Ajax at vinna stórsigur 32-21 á Roskilde. Heimaliðið megnaði betri at fylgja við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Ajax frammanfyri 15-12.

 

Lív og Vár skutu eitt mál hvør.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Ajax heimadyst móti Ydun, ið hevur Brynhild Pálsdóttir í hópinum. 

 

Mynd: Ajax København