Liva: Lívið skal livast

Allir sansir verða stimbraðir á njótingarfreka leygardegnum í Klaksvík 14. februar, har alskins vælvera er í hásæti. Tiltakið, sum verður hildið í badmintonhøllini í Klaksvík, skal sambært fyriskiparunum geva føroyingum positiva orku, hugna og eina góða kenslu av lívinum frameftir.

 

Allir sansir skulu nýtast, og síggja fyriskipararnir fyri sær, at hópur av lívsglaðum fólki koma vælklødd og við tí góða í huga, at njóta og vera kveikt gjøgnum spennandi leygardag. Boðið verður inn í eina væl angandi og prýðiligari høll, har hugtakandi og minniligar upplivingar skumpa undir eitt ríkt, spennandi og heilsugott lív.

 

Úr skránni kann nevnast, at kenda dansk fitness drotningin Anja Nielsen fer at halda fyrilestur. Vælumtókti tatovørurin, Fjølnir, úr Íslandi fer at vísa sínar dygdir í verki, kunning um gleðina við yoga verður, livandi tónleikur, verkstovur innan heilsu, kost, og vælveru, og at seta dám á tiltakið verða kostvegleiðarar, acugraph lækni og stílistar.

 

Fólk eru í dag rættuliga tilvitaði um tað góða lívið, og flest øll ynskja í tí dagliga stórri innihald, og hóast tíðirnar ivaleyst eru eitt sindur vesnaðar, so vilja tey flestu unna sær sjálvum tað allarbesta.

 

Meira fæst at vita á heimasíðuni www.liva.fo