Livandi bøkur skulu bróta niður fordómar

- Endamálið við Livandi Bókasavni er, at síggja menniskjur aftanfyri stereotypurnar. Tað sigur Tjóðhild Patursson, ið er ein av fyriskiparunum.

Eitt tað fyrsta, ið man møtir tá man kemur inn á festivaløkið á G! festivalinum, er eitt telt við navninum Livandi Bókasavn. Sum navnið eisini ber brá av, so er talan ikki um nakað vanligt bókasavn, men eru bøkurnar býttar um við menniskjur.


- Hetta er eins og eitt vanligt bókasavn. Fólk koma inn og fáa møguleikan at lána eina bók ella ein persón. So hava tey ein hálvan tíma, har tey kunnu tosa við tey, seta teimum spurningar og læra tey at kenna. Tá tann hálvi tímin er liðugur, verður persónurin so latin aftur til bókasavnið, sigur Tjóðhild Patursson, ið er ein av stigtakarunum til tiltakið.


Livandi bókasavn hevur verið roynt í Føroyum eina ferð fyrr. Tað eru tó eini átta ár síðani, og hugburðurin hjá teimum vitjandi er broyttur hesa tíðina.


- Fólk halda hetta vera spennandi. Fyrstu ferð vit høvdu tað var í 2008 ella 2009, og var tað í samband við orðaskiftið um 266b. Tá fylti tað nógv hjá teimum, ið vitjaðu, men nú tykist, at fólk eru mest áhugaði í at læra meira um onnur menniskjur, sigur Tjóðhild Patursson.


Tiltakið hevur sín uppruna í Danmark, og er tað felagsskapurin Stop Volden, ið skipar fyri tí har.


- Tá ein av teirra felags vinum var álopin, savnaðust nøkur fólk fyri at tosa um, hvat tey kundu gera fyri at forða fyri, at nakað líknandi hendi aftur. Tey vórðu samd um, at um man kendi betri til lívið hjá hvørjum øðrum, so kundi man fyribyrgt slík álop. Tey tóku so stig til Livandi Bókasavn, ið sá dagsins ljós á Roskilde festivalinum.


Eins og við øðrum bókasøvnum, so er tað ókeypis at lána eina bók á festivalinum.