Livar og teir gera seg til reiðar

Livar Nysted er nú komin til Australia, haðani hann skal rógva langan tein um Indiska Havið til Mauritius.

Max og Stewart, sum Livar skal rógva saman við, eru eisini komnir til Australia, og nú skulu teir fyrireika seg til krevjandi ferðina. Teir gera bátin RIO sjókláran og leggja so til havs skjótast tilber.

Teinurin, teir skulu rógva, er 6.500 kilometrar á opnum havi. Báturin RIO er 29 føtur (8,8 metrar) langur.

Tað ber til at fylgja við ferðini hjá Livari á heimasíðuni Trip.fo, haðani myndini eisini er.