Liverpool hevur vunnið seg víðari úr 1/16-finaluni í Europa League. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá ið teir tryggjaðu sær ein samlaðan sigur ímóti týska Augsburg.
Fyrsti dysturin endaði við málleysum javnleiki, og í kvøld megnaði Liverpool at vinna 1-0 við einum brotssparki, sum James Milner skeyt longu tá ið fimm minuttir vóru farnir.
Størsta sigurin í kvøld átti Valencia, sum vann 4-0 á útivølli ímóti Rapid Wien. Liðið hjá Gary Neville er tískil víðari við einum samanløgdum 10-0-sigri.
Restin av dystunum í 1/16-finalunum í Europa League byrja kl.20.05, har eitt nú Manchester United skal royna at venda 2-1-tapinum frá fyrra dystinum ímóti FC Midtjylland.