Liverpool fjepparar møtast til fyrsta dystin

Liverpool-fjepparar í Føroyum hava sett hvørjum øðrum stevnu í samband við tann fyrsta dystin í Premier League, kappingarárið 2013-2014, sum verður millum Liverpool og Stoke.

Dysturin byrjar klokkan 12.45 í morgin. Staðið har Liverpool-fjeppararnir møtast er Bowlinghøllin á Hálsi í Havn.

 

Motrus sport selja og vísa fram ymiskt nýtt frá Liverpool FC í samband við dystin millum Liverpool og Stoke.

 

Nýggir limir kunnu kunnu tekna seg leygardagin, boðar Liverpool Føroyar frá.