Liverpool heldur fast um 2. plássið

Liverpool helt fast um annað plássið í Premier League, tá teir í dag vunnu 2-0 á West Bromwich á útivølli. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til Liverpool.

 

West Bromwich mátti vinna fyri at hava nakra vón fyri at bjarga sær sætinum í Premier League, men teir vóru langt frá bjargingini í dag.

 

Liverpool kom á odda, tá verjuspælarin hjá West Bromwich, Shelton Martis misti bóltin til Steven Gerrard, sum gjørdi bart. Gerrard setti fulla ferð ímóti málinum, og lobbaði bóltin uppum Dean Kiely í West Bromwich-málinum. Talan er um mál nummar 24 hjá Steven Gerrard hetta kappingarárið.

 

Seinna málið hjá Liverpool var ein sonn perla. Dirk Kuyt meddaði til frá 17-18 metra fjarstøði, og bólturin sat dygst niðri í høgra málhorni.

 

Missir Chelsea stig í dystinum ímóti Blackburn, so gerst Liverpool nummar tvey í Premier League hetta kappingarárið.