Liverpool keypir City-leikara

Fyrsta keypið hjá Liverpool til komandi kappingarár er kunngjørt

Maðurin, ið skiftir ljósabláu Manchester City-troyggjuna út við reyðu Liverpool-troyggjuna, er James Milner. Sáttmálin hjá Milner gekk út hetta summarið, og tí hevur Liverpool fingið leikaran ókeypis.

 

Tað hava annars verið fleiri feløg áhugað í Milner. Manchester City vildi avgjørt varðveita enska landsliðsleikaran og beyð honum millum annað eina stóra lønarhækkan. Men Milner vildi hava meira leiktíð enn ta, ið hann fekk í City, og tí valdi hann ikki at halda fram í felagnum. Tottenham sigst eisini at hava verið áhugað í James Milner.

 

Ikki er upplýst, hvussu nógv ár nýggi sáttmálin gongur. James Milner manglar enn at fullføra ta obligatorisku læknakanningina, men tað plagar ikki at vera nakar trupulleiki.