Liverpool er saman við Everton, Stoke og Manchester City hálvfinaluni í Capital One Cup, sum er minna steypakappingin í Onglandi.
Tað var annars ikki nógv, sum bendi á, at Liverpool fór at vinna stórt í kvøld. Longu aftaná 43 sekund legði Sadio Mané heimaliðið á odda.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vendi Liverpool, og serliga tann annars so nógv skaddi Daniel Sturridge, dystinum. Áleyparin skoraði til bæði til 1-1 og 2-1 til Liverpool. Beint fyri hálvleik økti Divok Origi, sum annars ikki hevur sæð gott út á Liverpool liðnum.
Í seinna hálvleiki setti Liverpool trumf á. Divok Origi fekk tvey afturat, og harvið sítt fyrsta hattrik fyri felagið, meðan ungi Jordan Ibe fekk eitt.
Capital One Cup – Hálvfinala:
Southampton – Liverpool 1-6
1-0 Sadio Mané, 1
1-1 Daniel Sturridge, 26
1-2 Daniel Sturridge, 26
1-3 Divok Origi, 45
1-4 Divok Origi, 69
1-5 Jordan Ibe, 73
1-6 Divok Origi, 86