Fernando Torres hevur gjørt tað gott í Liverpool. Eins og hann gjørdi í Atletico Madrid, hevur hann hildið áfram at skotið mál. Men nú herjar ein knæskaði hjá Torres. Hendan skaðan fekk Torres tá var saman við spanska landsliðnum. Torres var heldur ikki við ímóti Everton leygardagin. Alvaro Arbeloa er eisini skaddur, men Xabi Alonso er tøkur aftur hjá Rafael Benitez. Hjá Benitez er støðan greið: ?Vit mugu vinna. Vit mugu halda áfram at stríðast, og royna at vinna hvønn dyst. Eg nýtist ikki at gera leikarum mínum greitt, at okkum tørvar 3 stig ímóti Besiktas íkvøld. Tað er óneyðugt at minna teir á hetta?. Liverpool hevur bert fingið eitt stig í tveimum dystum, í Champions League bólkaspælinum.