Lutakast til áttandapartsfinalurnar av europeisku kappingini, Europa League, hevur júst verið á skránni.
Og vit fáa nøkur verulig brak í áttandapartsfinalunum.
Størsti dysturin í áttandapartsfinalunum av Europa League er uttan iva enska grannauppgerðin millum Liverpool og Manchester United.
Størsta vónin hjá teimum báðum feløgunum fyri at koma við í Champions League komandi ár, tykist at vera at vinna Europa League kappingina, sum gevur atgongd til Champions League luttøku.
Av øðrum spennandi dystum kann eisini nevnast at týska stórfelagið Borussia Dortmund trekti enska toppliðið, Tottenham.
Fyrstu áttandapartsfinalurnar í Europa League vera spældar 10 marts, og hinar vera spældar 17 marts.
Áttandapartsfinalurnar av Europa League:
Shaktar Donetsk (Ukreina) - Anderlecht (Belgia)
Basel (Sveis) - Sevilla (Spania)
Villareal (Spania) - Leverkusen (Týskland)
Athletic Bilbao (Spania) - Valencia (Spania)
Liverpool (Ongland) - Manchester United (Ongland)
Sparta Praha (Kekkia) - Lazio (Italia)
Dortmund (Týskland) - Tottenham (Ongland)
Fenerbahce (Turkaland) - Braga (Portugal)