Liverpool og City kappast um stórtalent

Andrija Zivkovic var ein av berandi kreftunum, tá Serbia vann U20 HM í fótbólti í fjør

Sambært blaðnum "Manchester Evening News" eru bæði Manchester City og Liverpool áhugaði í at knýta serbiska stórtalentið hjá Partizan Beograd, Andrija Zivkovic til hópin hjá sær. 

 

Andrija Zivkovic, sum er 19 ára gamal er ein framrættaður spælari, sum veruliga gjørdi vart við seg, tá U20 HM í fótbólti var í fjør. Ein kapping Serbia vann, har Andrija Zivkovic skoraði tvey mál, og legði upp til tvey onnur mál. 

 

Serbiska stórtalentið er tann yngsti spælarin nakrantíð, sum hevur spælt ein landsdyst fyri serbiska A-landsliðið. Haraftrat er Andrija Zivkovic tann yngsti liðskiparin í søguni hjá Partizan Beograd.

 

So er eftir at bíða um unga serbiska talentið velur Manchester City, ella um hann velur Liverpool.